Rit & Rák
Útgivið
2. juli 2024
Útgongur
31. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vil tú læra um keyp og sølu, kundatænastu, online sølu, ábyrgd av sosialum miðlum v.m, so er at søkja lærupláss í handli okkara í SMS.

Vit eru eitt toymi av ungum og eldri starvsfólki, har dentur verður lagdur á trivnað, menning, og at veita góða kundatænastu.

Eisini at fylgja við altjóða handilsrákinum, og rákinum í okkara nærumhvørvi.

Okkara hjarta bankar serliga fyri føroyskum bókmentum, men eisini fyri øllum teimum spennandi vørunum vit selja.

Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin er skiftandi gjøgnum vikuna, og verður arbeitt 3. hvønn leygardag. Sostatt er talan ikki altíð um seinar dagvaktir.

Skúlagongdin er í Føroyum.

Send okkum eina umsókn á ritograk@ritograk.fo í seinasta lagi 31. juli 2024.

Eru spurningar til starvið, so eru tit altíð vælkomin at ringja til Sóleyð á tlf 522336.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið