À Sundsvegur
Útgivið
4. marts 2026
Útgongur
8. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri sølu og tænastu, leiðsluevni og ynskir at vera við til at menna ein spennandi handil? So er hetta møguleikin hjá tær!

Á-handilin við Sundsvegin søkir nú eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum handilsleiðara, sum hevur hug at leiða eitt dugnaligt starvsfólkatoymi og menna handilin saman við okkum. Tú fært høvi at mynda og menna dagliga raksturin – og seta tín dám á ein týdningarmiklan part av gerandisdegnum hjá fólki í Havn.

Tín leiklutur
Sum handilsleiðari hevur tú ábyrgdina av:

  • dagliga rakstrinum av handlinum
  • leiðslu og menning av starvsfólkunum
  • at tryggja eina góða kundauppliving
  • at gera handilin livandi og viðkomandi

Vit leita eftir tær, sum m.a.:

  • hevur útbúgving ella royndir innan handil ella leiðslu
  • dugir væl at leiða, samskipa og fáa fólk við tær
  • dugir at skapa góðan trivnað millum starvsfólk og kundar
  • hevur hugin og hegni at taka ábyrgd og síggja møguleikar í gerandisdegnum
  • ert jalig/ur og arbeiðssom/ur

Vit bjóða tær:

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv við munandi ávirkan,
  • dugnalig og hjálpsom starvsfólk at leiða
  • góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • starv í eini fyritøku, sum hevur dygd og tænastu í hásæti

Setanar- og lønarviðurskifti
Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.

Soleiðis søkir tú
Send okkum skrivliga umsókn saman við viðkomandi skjølum til starv@ahandil.fo

Freist at søkja: 8. mars 2026

Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Bassa Haraldsen á tlf. 214005

Ver við til at mynda framtíðina hjá Á Sundsvegur. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið