SP/F Elding
Útgivið
1. oktober 2025
Útgongur
5. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Spennandi leiðara starv í Elding á Hoyvíksvegnum! Brennur tú fyri sølu og tænastu, og dugur at leiða og motivera starvsfólk? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir. Vit sóknast
eftir ágrýtnum og fyrikomandi handilsleiðara til handilin á Hoyvíksvegnum.

Arbeiðsstaðurin er í Elding á Hoyvíksvegnum í Tórshavn. Handilsleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • At skipa arbeiðið og vera ein fyrimynd fyri tíni starvsfólk
  • At fylgja upp tá málsetiningar skulu røkkast
  • Starvsfólkatrivnaði, og tú ert ein sjónligur viðspælari úti á gólvinum í handlinum
  • At bíleggja vøru, taka ímóti vørum, seta á hillar, og mangt annað
  • At vera við til at fyriskipa og luttaka á leiðslufundum
  • At fyrireika tilfar til leiðsluna

Vit vænta, at tú

  • Hevur hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og vera leiðari umframt góð samstarvsevni
  • Hevur viðkomandi royndir innan handilsvinnuna, tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir
  • Brennir fyri at veita góða tænastu
  • Klárar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum er í vøkstri innan handilsvinnuna, har vit eisini veita loysnir til vinnuna og tað almenna. Elding hevur í dag 6 handlar og 2 verkstøð - umleið 95 starvsfólk. Tað ber til at lesa meira um søguna her: Søgan um Elding. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til okkara kundar. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Søk nú
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Herman Winther á tlf. 529015 ella við at senda teldupost til herman@elding.fo
Ella søk á https://elding.fo/umsokn

Líknandi størv

29. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið