Lýsing
Vilt tú standa á odda fyri handlinum hjá okkum og menna hann víðari?
Okkum tørvar ein handilsleiðara til handilin hjá okkum, sum framvegis er í rúkandi menning.
Hevur tú skil fyri handilsvinnuni og hevur evni til at leiða eitt handilstoymi, samstundis sum tú trívist í leiklutinum, har tú bæði fært ment teg sjálvan og lyft tínar starvsfelagar, so er tað júst tær vit leita eftir!
Vit vænta
- At tú hevur góð leiðslu- og samskipanarevnir
- Tekur ábyrgd
- Trívist við at arbeiða sjálvstøðugt, og samstundis við at leiða handilstoymið hjá okkum
- Dugir væl at samskifta á skrift og í talu, bæði við kundar og starvsfelagar
- Dugir at raðfesta, samskifta og hava eina heildarmynd av dagligdegnum
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einari fyritøku, sum veitir dygdarvørur, við skjótari og góðari tænastu.
Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum, og lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Tú verður eisini partur av einum leiðslutoymi, har dentur verður lagdur á at samstarva, finna røttu dygdarloysnirnar, og at veita bestu tænastu til kundarnar.
Vit arbeiða alsamt eftir, at vera viðurkend sum fremsti veitari av dygdarvørum í Føroyum.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Hevur hettar tín áhuga, vinarliga send okkum eina umsókn á umsokn@krosstein.fo
Hevur tú spurningar, ber til at ringja til Kristian Krosstein, Rakstrarleiðara, á tlf 294602.