P/F Zacharias Leitisstein
Útgivið
22. oktober 2024
Útgongur
15. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ein dugnaligur og ágrýtin handverkari, sum ynskir at gerast partur av eini framkomnari HVS-fyritøku?

Zacharias Leitisstein er ein av Føroya eldru HVS-fyritøkum, við røtum heilt frá 1959. Vit bjóða alt innan hita-, vatn-, sanitet- og ventilatiónsloysnir til bæði privat og vinnu. Við nýggjum eigarum hava vit sett stóran dent á framtíðar orkuloysnir, so sum jarðhita, luft til vatn, og luft til luft hitapumpur.

Vit sóknast nú eftir ágrýtnum og dugnaligum handverkarum at verða partur av okkara toymi.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur útbúgving sum HVS-handverkari ella líknandi yrki.
  • Hevur royndir innan HVS arbeið og/ella uppseting og viðlíkahald av hitaloysnum (jarðhiti, luft til vatn og luft til luft).
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, men dugir eisini væl at arbeiða í einum toymi.
  • Er fleksibul og dámar ein fjølbroyttan arbeiðsdag.

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði í eini fyritøku við vøkstri.
  • Góðar arbeiðsumstøður og møguleikar fyri fakligari menning.
  • At arbeiða við nýggjastu orkuloysnum og tøkni innan HVS.
  • Eitt toymi við góðum samstarvi og dygdargóðum arbeiði.

Arbeiðstíðin er frá kl 8 til kl 16. Møguleiki er eisini fyri yvirtíð.

Soleiðis søkir tú:

Send eina umsókn til fhb@leitisstein.fo ella ring til okkum á +298583240 fyri at hoyra nærri.

Freistin at søkja er 14. november 2024.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið