Lýsing
Vit leita eftir dugnaligum og álítandi maskinisti ella handverkara til smiðjuna í Kollafirði, at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
- feilfinning og umvæling av maskinum og bilum
- annað arbeiði í smiðjuni.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.
Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast okkum, við at trýsta "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi lagi 21. september 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann á tlf. 290 751 ella á teldupost mabe@lv.fo