Landsverk
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
15. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir dugnaligum og álítandi maskinisti ella handverkara til smiðjuna í Kollafirði at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
  • feilfinning og umvæling av maskinum og bilum
  • annað arbeiði í smiðjuni.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi

trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu s aman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann á tlf. 290 751 ella á teldupost mabe@lv.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið