Lýsing
Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara ella maskinisti við góðum handalagi til smiðjuna í Øravík, at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði í smiðjuni.
Tú kemur at arbeiða saman við góðum starvsfelagum, har dentur verður lagdur á trivnað og gott samanhald við aðrar deildir á stovninum.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum smiður, maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja.
Harumframt er tað ein treyt at hava vanliga koyrikortið. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur, álítandi og arbeiðssom/-samu. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði og vaktarhald í vetrarhálvuni. Arbeiðsstaðurin er í Øravík, men roknast kann við, at umsøkjarin eisini skal kunna gera arbeiði aðrastaðni á deildini.
Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast okkum umvegis heimasíðuna og vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Teddy Johannesen, smiðjuformann á tlf. 290 703 ella á teldupost tj@lv.fo