P/F Betri Trygging
Útgivið
11. december 2023
Útgongur
5. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Droymir tú um nýggjar fakligar avbjóðingar við spennandi arbeiðsuppgávum, so ert tú kanska okkara nýggi skaðaviðgeri.

Um starvið:
Sum skaðaviðgeri fært tú eitt spennandi starv, har eingir arbeiðsdagar eru eins. Høvuðsuppgávan er at skapa tryggleika fyri kundarnar, tá ið teir hava verið fyri óhappi ella skaða. Tað hevur stóran týdning, at tú kanst seta teg inn í støðuna og tørvin hjá kundanum og veita góða tænastu.

Tú fert eitt nú at viðgera bygnings- og innbússkaðar. Arbeiðið verður grundað á tína handverkaravitan, tá ið tú skalt heinta inn upplýsingar um skaðaorsøkir og finna loysnir í tøttum samstarvi við okkara sýnsfólk.

Arbeiðið inniber eisini nógv samskifti við kundarnar - bæði munnliga og skrivliga - og tað krevur virkishug og góð evni til at taka avgerðir, tí tú skalt fylgja treytum, arbeiðsgongdum og avtalum, soleiðis at hesar verða framdar í verki eftir ásettari tíð.

Hartil verður tín fakliga vitan ein týðandi liður í at menna skaðaøkið hjá Betri Trygging.

Á skaðaøkinum starvast 22 dugnalig starvsfólk, sum taka sær av at sýna skaðar og viðgera skaðafráboðanir frá bæði privatum og vinnuligum kundum.

Árliga avgreiðir Betri Trygging umleið 13.000 skaðar.

Um teg:
Tú hevur útbúgving og arbeiðsroyndir sum byggifrøðingur, húsasmiður, snikkari ella líknandi.

  • Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
  • Ert proaktiv/ur í tíni arbeiðstilgongd
  • Hevur góðar eginleikar at lurta og vísa empati
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • Dugir væl at samskifta í eygnahædd bæði munnliga og skrivliga
  • Hevur eitt jaligt lyndi, góð samstarvsevni og dugir at byggja góð sambond við starvsfólk og kundar
  • Trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera

Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú tekur útbúgving á Tryggingarakademinum í Danmark. Ígjøgnum útbúgvingina skalt tú tískil niður nakrar ferðir, nakrar dagar í senn. Betri Trygging rindar fyri útbúgving og ferðir v.m.

Um okkum:

  • Eitt gott og avbjóðandi starvspláss við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
  • Dugnaligir starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
  • Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Samband:
Hevur hetta fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. januar kl. 12:00.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Anniku á Heygum, Skaðastjóra, 34 86 99 ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 34 85 75.

Vilt tú vita meira um Betri Trygging, kanst tú lesa á trygging.fo og á sosialum miðlum.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið