Búsetur
Útgivið
2. september 2025
Útgongur
15. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir dugnaligum handverkarum til elementframleiðslu
Hevur tú hug at vera partur av einum sterkum toymi, har góður handverkssiður og dygd eru í miðdeplinum?

Vit søkja ágrýtnar og dugnaligar handverkarar til okkara framleiðslu av timburelementum.

Um starvið
Sum handverkari í okkara elementframleiðslu fært tú ein lyklaleiklut í okkara verkætlanum. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og luttekur í framleiðslu og uppsetan av timburelementum og samtíðis tryggja eina høga góðasku í byggingini.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú:

- Hevur viðkomandi handverksliga útbúgving
- Ert skipaður og hevur dygd og trygd í hásæti
- Kanst lesa tekningar og umseta tær til veruleika
- Trívist væl í toymi, men kanst eisini arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
- Eitt støðugt starv í einari fyritøku í vøkstri
- Góðar arbeiðsumstøður og nútímans hølir
- Eitt sterkt toymi við góðum starvsfeløgum
- Møguleika fyri fakligari menning og upplæring í serligum arbeiðshættum
- Løn eftir førleikum

Umsóknarfreistin er 15. september 2025 og samrøður verða møguliga hildnar leypandi.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Sjúrða Holm á 210830 ella skriva teldupost á sjurdur@busetur.fo.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið