Handverkari til grønu orkuverkini hjá SEV

SEV
Útgivið
22. januar 2021
Staður
Faroe Islands
Page Views
399

Lýsing

SEV sóknast eftir maskinsmiði ella fólki við líknandi útbúgving til viðlíkahald av grønu orkuverkunum.

Starvið
Í sambandi við, at SEV hevur savnað øll elverkini innan varandi orku í meginøkinum í eina deild, sóknast vit eftir einum handverkara, sum í høvuðsheitum skal fáast við viðlíkahald av útbúnaði á økinum innan varandi orku. Toymið í nýggju deildini fevnir í dag um 8 starvsfólk.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Nólsoy og Hest. Elverkini, talan er um, eru Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið, Elverkið á Strond, vindmyllulundirnar í Húshaga og Neshaga, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj.

Málið við starvinum er at styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum tilber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindinar altíð eru væl røktar og rigga væl.

Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldsarbeiði, í høvuðsheitum at røkja framleiðslueindir, bygningar, rør, veitir, inntøk v.m.


Fyri at kunna røkja starvið, er kravið, at tú hevur útbúgving sum maskinsmiður ella líknandi.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan fleiri av hesum økjum:

  • Sveising
  • Mekaniskt viðlíkahald
  • Koyra smáar gravimaskinur

Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, ert liðleikari og smæðist ikki at samskifta við onnur. Neyðugt er at vera likamliga væl fyri og at dáma væl at vera úti í náttúruni.

Telda og net eru týðandi amboð, so kunnleiki innan telduforrit er ein fyrimunur, og týðandi er at hava evni og áhuga at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.

Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsstaður
Arbeiðsstaðurin er Fossáverkið í Vestmanna og arbeiðið fevnir um alt meginøkið.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Sæmund Tausen, verkmeistara á tel. 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, tel. 218419.

Umsóknin
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til starv@sev.fo, og vera okkum í hendi 4. februar 2021.

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.