Fjarhitafelagið P/F
Útgivið
16. juli 2021
Útgongur
1. august 2021
Staður
Smyrilsvegur 13 Postrúm 3215 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fjarhitafelagið bjóðar eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum avbjóðandi umhvørvi. Felagið stendur fyri at skula gera stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku. Talan er tí um eitt framsøkið og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv
Vit søknast eftir einum handverka. Tann, sum verður settur, hevur útbúgving sum rørsmiður, maskinsmiður, elektrikari ella samsvarandi útbúgving. Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.

Arbeiðsuppgávur
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan fevnir starvið um viðlíkahald av fjarhitanetinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur og annað.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn

Ella í telduposti til: fjarhiti@fjarhiti.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara www.fjarhiti.fo.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið