Fjarhitafelagið P/f
Útgivið
14. april 2026
Útgongur
3. maj 2026
Staður
Smyrilsvegur 13, Postrúm 3215, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
fjarhiti@fjarhiti.fo

Lýsing

Fjarhitanetið hevur verið fyri stórum útbyggingum seinnu árini, og felagið arbeiðir miðvíst við at gagnnýta avlopshita og aðrar grønar orkukeldur, og vera ein virkin partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum. Talan er  um eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum avbjóðandi og mennandi umhvørvi.

Starvið
Sum handverkari hjá Fjarhitafelagnum kemur  at arbeiða við dagligum rakstri og viðlíkahaldi av fjarhitanetinum. Starvið fevnir um arbeiði við rørskipanum, tekniskum installatiónum og tilknýttari útgerð, bæði í sambandi við verandi skipanir og nýggjar útbyggingar.  fert eisini at taka lut í eftirliti og loysnum í sambandi við rakstraravbjóðingar og útbyggingar. Umframt vanligu rakstraruppgávurnar, fevnir starvið eisini um vaktarskipan, har gingið verður vakt 4. hvørja viku. Arbeiðið er fjølbroytt og fer fram bæði innandura og uttandura, og í starvinum arbeiðir  tætt saman við øðrum starvsfeløgum, veitarum og arbeiðstakarum.

Tín vangi
Vit ímynda okkum, at  ert útbúgvin rørsmiður, maskinsmiður, elektrikari ella líknandi.  dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymi og leggur dent á gott samstarv. Tað er ein fyrimunur, um  hevur áhuga fyri tøkni og burðardyggum orkuloysnum, og at  arbeiðir skipað, ert nærlagdur og álítandi. Koyrikort (B) er kravt, og grundleggjandi KT-førleikar eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Fjarhitafelagið
Umframt áhugavert arbeiðsinnihald kemur  í eitt gott og støðugt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.  fært møguleika at menna tínar fakligu førleikar og arbeiða við eini hitaskipan, sum er í støðugari menning. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av lívsrensli, prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til Fjarhitafelagið P/F Smyrilsvegur 13 Postrúm 3215 110 Tórshavn

Ella sum teldupost: fjarhiti@fjarhiti.fo

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. mai 2026. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórður Kruse, tekniskan leiðara, á telefon 219106. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo

Líknandi størv

11. maj 2026
Matstovuleiðari til matstovuna á KG   Faroe Islands nýtt
11. maj 2026
10. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið