MEST
Útgivið
9. juli 2025
Útgongur
3. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða við nýskapandi plastloysnum til skip og alivinnu? – So ert tú kanska tann, vit leita eftir!

Um starvið
Á plastdeildini arbeiða vit við framkomnum loysnum innan PE-sveising og rørlegging, bæði til vinnuna á sjógvi og á landi. Seinast hava vit staðið fyri tveimum umfatandi umbyggingum av skipum fyri Bakkafrost: Martin og Bakkanes. Skipini eru umbygd soleiðis, at tey nú kunnu flyta livandi smolt millum alibrúk á sjónum og virkir á landi.

Tað hevur týdning fyri okkum, at veita viðskiftafólki okkara við bestu tænastu, og tí søkja vit eftir tær.

Arbeiðsstaðurin er út frá Runavík.

Tín vangamynd
Tú hevur hóskandi handverksútbúgving, til dømi rørleggjari. Tað er ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og prógv innan plast sveising, men hetta er tó ikki krav. Tað týdningarmesta er at tú hevur áhuga í at arbeiða og læra.

Eisini vænta vit at tú:
- ert sjálvstøðug/ur, málrættað/ur, og vil skapa úrslit
- ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- dugir væl at samstarva og arbeiða í toymi
- hevur áhuga fyri at veita viðskiftafólki eina góða tænastu

Fyrimunur, um tú hevur royndir við TIG- MIG- og elektrodusveising, umframt stuk- og el-muffusveising og muffu/dorn- og ekstrudersveising.

Nakað fyri teg?
Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu.

Ynskir tú meira at vita um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Asbjørn Birch, Formann á plastdeildini á tel 791278 ella á teldupost: acwb@mest.fo

Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 03. august 2025.

 

Vit eru MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið