Útgivið
22. oktober 2021
Útgongur
7. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Handverkari til smiðjuna á Lambareiði

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi maskinsmiði ella maskinisti til smiðjuna á Lambareiði at byrja skjótast til ber. 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði í smiðjuni.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Harumframt er tað ein treyt at hava vanliga koyrikortið. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum. 

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kan við nakað av yvirtíðararbeiði. 

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. 

Umsóknir 
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi

í seinasta lagið 7. november 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Johnleif Hansen, formann á tlf. 290 926 ella á teldupost joha@lv.fo.  

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið