Lýsing
Náttúruvísindadeildin
Eitt vísindastarv innan verkfrøði og havfrøðiliga myndlan er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan frá 1. januar 2024. Starvið verður sett á lektara- ella adjunktstigi, treytað av førleikum umsøkjarans.
Starvsøkið
Starvið fevnir um gransking, undirvísing og fyrisiting.
Undirvísingin verður í evnum í bachelorútbúgvingunum í verkfrøði á Náttúruvísindadeildini. Talan er serliga um undirvísing, vegleiðing, planlegging og samskipan av evnum í verkfrøði. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við starvsfólk, sum frammanundan eru knýtt at útbúgvingunum.
Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tongdur at serøki umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og uttanlands.
Førleikar
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjarin hava lokið kandidatútbúgving í alisfrøði ella verkfrøði innan viðkomandi øki og hava ph.d.-útbúgving innan viðkomandi øki. Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava arbeitt innan myndlan ella havfrøðiliga myndlan. Umsøkjarin skal serliga hava royndir innan hesi øki: teldumyndlan av kompleksum skipanum; havfrøði; almenna alisfrøði ella almenna verkfrøði; byggi-, orku ella el-verkfrøði; royndir við starvsstovuarbeiði ella starvsstovuarbeiðsgongdum.
Starvið verður sett á lektara- ella adjunktstigi, treytað av førleika umsøkjarans.
Lektarastarv er fast starv við undirvísingar- og granskingarskyldum. Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.
Adjunktstarv er tíðaravmarkað starv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleikar. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta. Tá kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.
Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast lívsrensl, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir, avrit av próvskjølum, umframt stutta lýsing av granskingaráhugamálum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi fimm tey mest týðandi vísindaavrikini hjá umsøkjaranum skulu leggjast við umsóknini.
Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast her.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Freist
Umsóknarfreist er 01.12.2023.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Knud Simonsen, knuds@setur.fo, lektara á Deplinum fyri havmyndlan ella Jari í Hjøllum, jarih@setur.fo, útbúgvingarleiðara í verkfrøði. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.
Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.
Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.