Útgivið
15. oktober 2021
Útgongur
6. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Havstovan søkir eftir tveimum skiparum

Søkt verður eftir skiparum til nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.
  • Hevur høvuðsábyrgdina umborð at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM-skipanin og góðskuskipan, reinføri o.l. í sambandi við dagliga virksemið umborð.
  • Skal seta seg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiða eftir.
  • Skal arbeiða í tøttum samstarvi við „túrleiðaran“ á Havstovuni fyri hvønn túr.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv

  • Vinnubræv sum skipari á handilsskipi, Reg. II/2.3.
  • Heilsuváttan fyri sjófólk.
  • Stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum.
  • Galdandi prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri og onnur viðkomandi skeið.
  • Góðan førleika at samskifta.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir
Størvini verða sett eftir sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er skipari.

Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV og avrit av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 5. november 2021.

Umsóknin skal sendast til:
Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn
ella teldupost: hav@hav.fo

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Annfinn Hjelm, reiðara (annfinnh@hav.fo, tlf. 35 39 00 ella 21 54 75) ella Martin Mohr í Grund, stýrimann (marting@hav.fo, tlf. 74 16 19).

Størvini skulu setast skjótast gjørligt, men vit eru sinnað at bíða eftir teimum røttu fólkunum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið