Havstovan
Útgivið
18. december 2023
Útgongur
12. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Havstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókhaldara frá 1. februar 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt hálvtíðarstarv (lønarbrøk 0,5).

Havstovan er ein stovnur undir Fiskimálaráðnum og Havstovan varðar av: Havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, Hvalagransking og Fuglakanningarstøðini.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv.

Starvið fevnir um:

  • Bókhald
  • Skrivstovuhald og móttøku
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir við fyrisiting
  • Kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, o.l.
  • Góður málførleiki
  • Góður telduførleiki á brúkarastigi
  • Góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er flokkað í 5. flokki.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. januar 2024. Umsóknin skal sendast við telduposti til starv@hav.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:
Maritu Rasmussen, Stjóra, marita@hav.fo, tel. 793900 ella Erling í Liða, Fíggjar-og umsitingarleiðara, erlingl@hav.fo, tel. 793901

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið