Gigni
Útgivið
12. maj 2023
Útgongur
30. maj 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Størvini eru:
20 tímar farloyvisstarv í Eiðis skúla og skúlunum í Sundalagnum skúlaárið 2023/24. Starvið verður sett frá 1. august 2023 (ella eftir avtalu) til 30. juni 2024.

24 tímar fast starv í Tvøroyrar skúla og Vágs skúla. Starvið verður sett frá 1. august 2023 ella eftir avtalu.

Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

Møguleiki er fyri setan við størri ella minni brøki, enn lýst, og fyri samanseting av fleiri størvum, um tey tilsamans ikki fara upp um fulla normering.

Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við øðrvísi arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðingastarvinum. Arbeitt verður fyri, at sjúkrarøktarfrøðingur í slíkum føri kann fáa tær royndir, sum skulu til, fyri at fáa útbúgving sum heilsufrøðingur.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning
  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir

Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við menningartilgongdir.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum: Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2024. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er 21. august 2023. Online-kunningarfundur verður 22. mai. Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske

Líknandi størv

Spennandi starv sum námsfrøðingur   Faroe Islands nýtt
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið