VEKS
Útgivið
21. februar 2024
Útgongur
13. marts 2024
Staður
Bakkavegur 59, FO-350 Vestmanna, Faroe Islands
T-post
veks@veks.fo

Lýsing

Hesi størv eru leys at søkja:

  • 2 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi, brøkar eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum
  • 2 heilsurøktarartil  Heimið á Grønanesi, brøkar eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum

Starvsbyrjan: 1/4-24 ella eftir nærri avtalu

Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran
  • Viðkomandi útbúgving og góðkenning
  • Telduførleika á brúkarastøði
  • Koyrikort til persónbil

Vit kunnu bjóða 

  • Fjølbroytt størv.
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Størvini verða sett sambært sáttmála við Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarfelagnum.

Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. Mars 2024, kl. 12:00

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Sóleyð Staksberg, eindarleiðara, á telefon 793230.

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið