Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu.
Á Handarastovu búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina fakliga og dygdargóða røkt, trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar umframt hjálparfólk.
Søkt verður eftir:
- tveimum heilsurøktarum á starvsbroti 1,0. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið. Møguleiki er at fáa lægri starvsbrot
- tveimum heilsuhjálparum á starvsbroti 1,0. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið. Møguleiki er at fáa lægri starvsbrot
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/heilsuhjalparar-og-heilsuroektarar-til-demensdeildina-handarastovu-a-lagargardi