Tórshavnar kommuna
Útgivið
5. september 2024
Útgongur
18. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

Á Handarastovu búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina fakliga og dygdagóða røkt, trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Vit stremba eftir, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persónsentreraða umsorgan, Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan, at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansir og rørslu hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar umframt hjálparfólk.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið