Vesturvón
Útgivið
22. januar 2025
Útgongur
3. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú tørvar okkum ein heilsuhjálpara, sum saman við okkara dugnaligu starvsfólkum veitur tænastu til húsfólkið á Uppistovu og borgarar sum koma á stutttíðarpláss. Vit eru ein starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, og eru vit ein partur av Vesturvón.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:
1 heilsuhjálpara til fast starv á Uppistovu 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrøkurin er 1,0, men møguleiki er eisini fyri lægri brøk.

Førleikakrøv:
Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt samsvarandi okkara málum
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur góð samstarvsevni

Vit bjóða:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Erlu Johannesen, deildarleiðara á Uppistovu á tlf. 665730 gerandisdagar millum 8.00 og 16.00

Setanarviðurskifti:
Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Heilsuhjálpari Uppistova”

Umsóknarfreistin er 3. Februar 2025

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið