Lýsing
Hesi størv eru leys at søkja:
- 2 heilsuhjálparar til Korndalsbýlið, brøk 0,7 Arbeitt verður skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í Heimatænastuni við møguleika fyri at taka eyka vaktir.
- 1 heilsuhjálparatil Korndalsbýlið, brøk 1,0 Arbeitt verður skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í Heimatænastuni.
- 1 heilsuhjálparatil Heimið á Mørkini, brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Mørkini og úti í Heimatænastuni.
- 1 heilsrøktaratil Heimið á Mørkini , brøk 1,0 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður skiftandi vaktir og annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Mørkini og úti í Heimatænastuni.
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
- Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
- Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
- Telduførleika á brúkarastøði.
- Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt størv.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 11. jan. 2024, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á telefon 793259.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo