VEKS
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
7. februar 2023
Staður
Bakkavegur 59, 350 Vestmanna, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
4

Lýsing

Hesi størv eru leys at søkja:

  • 3 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi, at arbeiða í dag- og kvøldvaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 0,8 ella eftir avtalu at byrja skjótast gjørligt
  • 2 heilsuhjálparartil Korndalsbýlið, at arbeiða í blandaðum vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í heimatænastuni, brøk 0,8 at byrja skjótast gjørligt.

 

Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

  • Fjølbroytt størv.
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimatænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. februar 2023, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á telefon 793259.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið