Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
3. januar 2024
Útgongur
24. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsuhjálparum til at arbeiða í skiftandi vaktum og tímaløntum til vikuskifti í Heimatænastuni og inni á røktarheimunum í Økistænastuni í Sandoyar sýslu.

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.

Søkt verður eftir:

  • Trimum heilsuhjálparum til Heimatænastuna á starvsbrøki 0,75 frá 1. mars 2024 ella skjótast gjørligt.
  • Einum heilsuhjálpara til Skerið á starvsbrøk 0,75 frá 1. mars 2024 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 6-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari.
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

 

Vit bjóða

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

 Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreist 24. januar 2024

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið