Tórshavnar kommuna
Útgivið
17. marts 2025
Útgongur
28. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

( Handarastova á Lágargarði )

Kom og starvast hjá okkum.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu.

Á Handarastovu búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina dygdargóða røkt á høgum fakligum støði, at tey trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Á deildini er sera gott samstarv millum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Vit hava tørv á tær, ið sær og virðir menniskja, ið hevur demenssjúku, har umsorganin verður veitt í mun til dagliga tørvin, t.v.s, alt eftir, hvussu dagurin hjá einstaka húsfólkinum háttar sær (persónssentrerað røkt), fyri at skapa ein so góðan gerandisdag, gjørligt, og stuðlað undir at varðveita minnini.
Vit hava tørv á tær, ið skapar góðar og jaligar kenslur rundan um teg á okkara heimi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið