Tórshavnar kommuna
Útgivið
20. december 2024
Útgongur
5. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu.

Á Handarastovu búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina dygdargóða røkt á høgum fakligum støði, at tey trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar umframt hjálparfólk.

Heldur tú, at tað gevur góða meining at hava umsorgan fyri, og røkta eldri menniskju, sum hava demenssjúku, og hevur tú hug at arbeiða við persónssentreraðari umsorgan, har tú virkar fyri at búfólkini fáa ein góðan gerandisdag og verða stuðlað í at varðveita minnini og kenna seg virðismett. Ert tú áhittin og dugir at skapa eitt heim við góðum huglagi? So er tað tær vit leita eftir.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144487

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið