Lýsing
Á Heiminum við Vallalíð sóknast vit eftir Heilsuhjálpara og heilsurøktara til okkara hóp.
Vit leita eftir tær, sum hevur hug til og trívist við at arbeiða við røkt og umsorgan til menniskju, ið líða av demenssjúkum. Um tú er áhittin, og heldur at tað er spennandi og virðismikið at skapa eitt heim, ið viðvirkar, at tey ið búgva her hava ein góðan gerandisdag. So eigur tú at umhugsa, at søkja starv á Heimið við Vallalíð.
Heimið við Vallalíð er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Her búgva 16 fólk , ið stríðast við demenssjúkur av ymiskum slg. Arbeiðsuppgávurnar eru røkt og umsorgan, og saman við starvsfeløgunum at skipa ein dagligdag sum skapar lívsinnihald og stimbra sansirnir hjá búfólkunum.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
'