Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Miðstovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í tríggjar eindir – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt.
Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik, og hinar báðar eru røktardeildir. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144273