Tórshavnar kommuna
Lýsing
Hevur tú útbúgving sum heilsuhjálpari, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Stjørnulon, so er tað tær vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.
Stjørnulon er eitt dagtilboð fyri minnisveik, har dentur verður lagdur á at tey fáa ein innihaldsríkan og aktivan gerandisdag, í felagsskapi við onnur. Stjørnulon er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144338