Útgivið
6. juli 2022
Útgongur
5. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum heilsuhjálpara at veita húsfólkunum á Ellisheiminum í Tórshavn grundleggjandi røkt. Vit søkja ein heilsuhjálpara sum kann vegleiða um heilsufremjandi matvanar, eins og bøta um lívsdygdina við at eggja, menna, stimbra og aktivera húsfólkini, soleiðis at førleikarnir verða endurvunnir og varðveittir sum longst. Ein heilsurøktara sum kann arbeiða í tøttum samstarvi við húsfólki, avvarðandi og starvsfólk á Ellisheiminum.

Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml 35 starvsfólk hava sítt yrki her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Hetta við at arbeiða viðurkennandi og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunnu trívast og mennast.

Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir saman við húsfólkunum.
leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/heilsuhjalpari-til-ellisheimid/

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið