Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran, so er tað tær, sum vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum.
Boðanesheimið lat upp í 2012, og hevur rúm fyri 64 fólkum. Á Traðarlon búgva 24 búfólk við ymiskum førleikum og tørvi á hjálp. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.