Útgivið
19. november 2021
Útgongur
6. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Heilsuhjálpara í tíðaravmarkað starv til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi

Vit sóknast eftir
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir heilsuhjálpara í tíðaravmarkað starv frá 1. jan. 2022 ella eftir avtalu til og við 1. sep. 2022. Setanarbrøkurin er eftir avtalu. Starvið umfatar skiftandi vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum á Niðristovu dygdargóða røkt, eins og ein tryggan og meiningsfullan gerandisdag við støði í ynskjum og tørvum hjá tí einstaka búfólkinum.

Niðristova er karmur um bústað hjá 14 fólkum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Um eingin heilsuhjálpari søkir, tilskilar NBH sær rætt til at seta fólk uttan røktar-/heilsufakliga útbúgving.

Fyri at náa endamálinum um dygdargóða røkt og stuðul, vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt alla tína umsorganar- og røktarfakligu vitan og førleikar, og kanst menna teg fakliga og persónliga.

Sum liður í at stuðla heilsu og trivna, bjóða vit øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Menu á Gørðum, deildarleiðara, á tel. +298 793435 ella við telduposti til menag@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 6. des. 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið