Útgivið
19. januar 2022
Útgongur
4. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Heilsuhjálparar og heilsurøktarar til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi

Vit sóknast eftir

Við tað at nøkur av okkara dugnaligu starvsfólkum eru farin frá, sóknast vit eftir heilsuhjálparum og heilsurøktarum til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi. Setanarbrøkurin verður eftir avtalu við teg.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Uppistova er karmur um bústað hjá 14 fólkum við ymiskum tørvum.

Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja búfólkunum ein tryggan gerandisdag við dygdargóðari røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevst útbúgving sum ávikavist heilsuhjálpari og útbúgving/autorisatión sum heilsurøktari. Starvsroyndir innan eldraøkið er ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt alla tína umsorganar- og røktarfakligu vitan og førleikar, og kanst menna teg fakliga og persónliga.

Øll starvsfólk hjá NBH hava møguleika fyri at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Elsbu Lützen, deildarleiðara, á tel. +298 793430 ella við telduposti til elsbal@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 4. februar 2022.

 

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið