Útgivið
30. juli 2021
Útgongur
16. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Heilsurøktari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara á starvsbrøki 0,75 at byrja 1. sep. 2021. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 10 fólk.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú til fulnar fært nýtt tína fakligheit.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monu Mariu úr Fugloy, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til monamariaf@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Búog Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 16. august 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið