Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum, fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað júst tær vit leita eftir til starvsfólkahópin her á Heimarustovu á Lágargarði.
Um Lágargarð
Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Her búgva 48 búfólk, á trimum deildum, Heimarastova, sum er røktardeild og Miðstova og Handarastova sum eru demensdeildir. Lágargarður er 37 ára gamal og eru umvælingar gjørdar, sum skulu nútímansgera heimið. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.