Heilsurøktara til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Roðin Økistænastan
Útgivið
16. februar 2021
Staður
Faroe Islands
Page Views
2729

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í barnsburðarfarloyvi. Talan er um starvsbrøk 0.9 svarandi til 36 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskiftið.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktarigur
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
  • KT-førleika á brúkarastøði

 

VIT BJÓÐA TÆR

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

 

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta frá 1. mai 2021 til 1. apríl 2022 og lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Søkir skikkaður umsøkjarai ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til annika@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”

Umsóknarfreistin er 03.mars 2021.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv