Tórshavnar kommuna
Útgivið
28. juni 2024
Útgongur
1. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir tveimum heilsurøktarum ella heilsuhjálparum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna at byrja 15. august 2024 ella eftir avtalu.

160-180 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 40 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Førleikar
Útbúgving sum Heilsurøktari ella Heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið