Lýsing
Vit sóknast eftir
Tveimum heilsurøktarum og einum heilsuhjálpara til Heimið við Vágna. Talan er um:
- Faststarv fulla tíð til heilsurøktara
- Fast starv fulla tíð til heilsuhjálpara
- Farloyvisstarv fulla tíð til heilsurøktara – til og við 31. januar 2025.
- Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.
- Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari og útbúgving sum heilsuhjálpari.
Endamálið við størvunum er at tryggja búfólkunum dygdargóða heildarrøkt við støði í tørvum og ynskjum hins einstaka. Hetta gerst best í góðum samstarvi við leiðslu, bú- og starvsfólk og avvarðandi, og tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja til at virka í tvørfakligum toymi.
Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin, sum í løtuni er skipað sum umlættingareind, verður ætlandi umskipað til demenseind. Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu tískil vera ein fyrimunur.
Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin, sum í løtuni er skipað sum umlættingareind, verður ætlandi umskipað til demenseind. Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu tískil vera ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, bjóðar starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara, á tel. + 298 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er 18. desember 2024.