Landssjúkrahúsið
Útgivið
4. april 2023
Útgongur
17. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktarum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á til Psykiatrisku innleggingardeildina á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 01.06.2023 til og við 31.08.2023.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • At arbeiða við røkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deplunum
  • At arbeiða við rehabilitering – at skapa fyritreytir fyri heilsubót hjá sjúklinginum
  • At skapa góðar relatiónir til sjúklingarnar
  • At observera sjúkueyðkenni
  • At virka fyri, at sjúklingurin fær ment førleikar til eginumsorgan í dagligdegnum
  • At viðvirka til, at avvarðandi verða partur í viðgerðini

Førleikar:

  • Tú hevur prógv sum heilsurøktari ella tú ert lesandi
  • Ágrýtin starvsfólk við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibiliteti
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar tað verið seg innanhýsis og uttanhýsis
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta seg í samband við Lisbeth Vang, funktiónsleiðara, tlf. 304500, lokal 4443 ella t-post lisva@ls.fo ella Eydnu I. Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304500, lokal 4102, ella t-post eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 16.04.2023.

Vinaliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkjuni "um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
12. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið