Tórshavnar Kommuna
Lýsing
Heimatænastan í Kollafirði og Kaldbak.
Søkt verður eftir einum heilsurøktara ella heilsuhjálpara, starvsbrøk 0,7. Talan er um eitt farloyvisstarv. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum, tó mest náttarvaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Hevur tú hug at veita røkt til eldri fólk, vera við til at skapa eitt lærandi og mennandi umhvørvi við atliti til trivna og dygdargóða røkt. So ert tú kanska tann vit sóknast eftir.
Á Eldrasambýlinum í Kollafirði eru 7 av teimum samlaðu búplássunum í Heilsu-og Umsorganartænatsuni í Tórshavnar kommunu.