Lýsing
Søkt verður eftir 3 heilsurøktarum ella heilsuhjálparum, brøk 0,8 ella eftir avtalu. Talan er um eitt fast starv og 2 barnsburðarfarloyvir. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Hevur tú hug at veita røkt til eldri fólk, vera við til at skapa eitt lærandi og mennandi umhvørvi við atliti til trivna og dygdargóða røkt. So ert tú kanska tann vit sóknast eftir.
Á Eldrasambýlinum í Kollafirði eru 7 av teimum samlaðu búplássunum í Heilsu-og Umsorganartænatsuni í Tórshavnar kommunu.
Sum heilsurøktari / heilsuhjálpari kemur tú at arbeiða saman við sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálpum. Saman veita vit eina dygdargóða røkt til borgarar, sum búgva heima í Kollafirði og í Kaldbak, umframt teimum, ið búgva inni á eldrasambýlinum.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/heilsuroektari-ella-heilsuhjalpari-til-eldrasambylid-og-heimataenastuna-i-kollafirdi-og-kaldbak