Lýsing
Kundi tú hugsað tær at koyrt millum bygdirnar í Sandoynni bæði um dagin og um kvøldi? At arbeiða við røkt til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum í heimi teirra og vera við til at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einkulta? So er tað tær vit leitað eftir til minsta eldraøki í landinum, har smidleiki er grundarsteinurin í tænastum til borgaran og í leiðsluni.
Førleikar
Tú er útbúgvin heilsurøktari ella heilsuhjálpari, hevur koyrikort sjálvandi og dámar at arbeiða við eldri fólki. Tú megnar at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt. Tú dugur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur, er virkisfús/ur og fleksibul. Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir og dugir og megnar at samstarva tvørvfaktligt.
Hvørji eru vit
Økistænastan arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum. Stórur dentur verður lagdur á fleksibilitet og tvørfakligt samstarv í Økistænastuni.
Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum og ein virkisstova til heimabúgvandi. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv á 30 tímum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi 6-7 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot(at)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.
Umsóknarfreist 28. Oktober 2025