Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
12. maj 2025
Útgongur
27. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir heilsurøktara og heilsuhjálparum til at arbeiða í skiftandi vaktum og feriuavloysarum til Økistænastuni í Sandoyar sýslu.

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, afturat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stuttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind.

Søkt verður eftir:

  • Tveimum heilsuhjálparum á starvsbrøki 0,75 frá 1. juli 2025 ella skjótast gjørligt.
  • Einum heilsurøktara á starvsbrøk 0,75 frá 1. juli 2025 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 7-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari
  • Góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • Góða innleiðslu
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • Møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreist 27. mai 2025

Líknandi størv

12. maj 2025
9. maj 2025
Hevur tú ein leiðara í búkinum?   Faroe Islands nýtt
5. maj 2025
Summarferiuavloysarar   Croatia nýtt
29. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið