Heilsurøktari og Heilsuhjálpari til Demensdeildina

Roðin Økistænastan
Útgivið
8. januar 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Page Views
1185

Lýsing

Roðin søkir eftir heilsurøkta og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
  • Tveimum heilsuhjálparum fyri heilsuhjálparar í farloyvi. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

 

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari

 

VIT BJÓÐA TÆR

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

 

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið, sum heilsurøktari verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Farloyvisstørvini sum heilsuhjálpari verða at seta 1. mars 2021, ella sum skjótast, til og við 30. januar 2022. og lønt sambært sáttmálanum við Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF/Fíggjamálaráðið.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

 

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til annikak@rodin.fo.

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”
Umsóknarfreistin er 24.januar 2021.

Líknandi størv