TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
18. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Demensdeplinum, sum lat upp í apríl 2021, so er tað tær vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og demensdeildin Kristianslon og dagtilhaldið Tjarnarlon eru partur av deplinum. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð og dagtilboð. Seinni verður møguliga eisini kvøldtilboð og veitast skal ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum vera sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Størvini
Talan er um áhugaverd størv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú fært, møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persónscentreraða umsorgan, og at røktarætlanir og borgaragongdir verða fylgdar.

Søkt verður eftir:

  • einumheilsurøktara í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan  desember 2022 ella skjótast til ber. Møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti
  • einumheilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan  desember 2022 ella skjótast til ber. Møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti

Vit vænta, at:

  • Túhevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
  • Túhevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
  • Túkanst vegleiða borgara og avvarðandi
  • Túkanst kveikja eitt lærandi umhvørvið, og miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • Túert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
  • Túert opin, hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, og kanst arbeiða sjalvstøðugt
  • Túert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • Túkanst skipa fyri gerandisaktivitetum og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag

Vit bjóða

  • møguleikafyri víðari fakligari menning
  • felagsinnleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
  • fakligakompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkaná innihaldið í tilboðnum á Demesdeplinum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Løn- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan er 1. desember 2022, møguleiki er at seta fram ynski um lægri starvsbrøk, og verður hesin avtalaður partanna millum. Talan er um størv í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda tær til Dianu P. Strøm, deildarleiðara, telefon 21 18 08, ella á teldupost: dianas@torshavn.fo

Ella Barbaru S. Djurhuus, bólkaleiðara, tlf 510099, ella tpost barbarasd@torshavn.fo

Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið