Tórshavnar kommuna
Útgivið
15. maj 2024
Útgongur
29. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Demensdeplinum, sum lat upp í apríl 2021, so er tað tær vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og demensdeildin Kristianslon og dagtilboðið Tjarnarlon eru partur av deplinum. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð og dagtilboð. Í mai í ár, letur kvøldtilboð eisini upp, og í hesum sambandi tørvar okkum fleiri starvsfólk.

Kommunala demenssamskipanin er knýtt at Demensdeplinum, har veitt verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið