Lýsing
Vit sóknast eftir
Heilsurøktara og heilsuhjálpara til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi at arbeiða í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti á starvsbrøki eftir egnum ynski. Størvini verða sett, so skjótt tilber.
Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja dygdargóðar heilsutænastur við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.
Á Niðristovu búgva 14 fólk.
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari og útbúgving sum heilsuhjálpari.
Fyri at røkka endamálinum vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi, har tú í dagliga samstarvinum lutar tína vitan.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur, eins og góða upplæring.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan viðkomandi økir.
Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsluhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Lív við Ravnagil, deildarleiðara, á tel. +298 793435 ella við telduposti til livr@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er 30. september 2023.