Tórshavnar kommuna
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
10. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So er tað tær vit leita eftir til Boðalon.

Boðalon er ein vælnormerað demenseind á Boðanesheiminum har 16 búfólk búgva. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Á Boðalon verður dentur lagdur á, at starvsfólk stuðla undir lívsgóðskuni og samleikanum hjá búfólkunum. Demensrøktin er tillagað hvønn einstaka fyri at tryggja ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Tilvitskan um persónligar eginleikar og fakligu dygdina hava stóran týdning fyri demensrøktina á Boðalon. Arbeitt verður støðugt við at tryggja og menna dygdina, og dentur verður lagdur á at arbeiða viðurkennandi og samstarvsinnað, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu:

Leinkja til umsóknarskema:

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið